Lingua   

Frændur: Hvítar flykrur

GLI EXTRA DELLE CCG / AWS EXTRAS / LES EXTRAS DES CCG
Lingua: Faroese




Hvítar flykrur leggja seg á greinar,
træið skal nú hvíla eina tíð,
flykrur seta seg á mínar herðar,
og eg kenni myrkan vetur,
sum nú býr í mær,
sakni ein, eg elski,
sakni ein, eg elski so.

Eri eg sum hvíta vakra træið,
sum í kulda bíðar eftir sól?
Veit at allar flykrur munnu bráðna,
koma til mín vøkur minni,
skilji mína sorg,
sakni ein, eg elski
sakni ein, eg elski so.

Skilji hví mær leingist,
sakni ein, eg elski,
sakni ein, sum eisini elskar so.



Pagina principale CCG

Segnalate eventuali errori nei testi o nei commenti a antiwarsongs@gmail.com




hosted by inventati.org